Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.10.2023 09:55

Nógv virksemið á Oyrini í Norðragøtu

Terrassan uttanfyri býráðshúsið í Norðragøtu

Tað er nógv virksemið á Oyrini í Norðragøtu í hesum døgum.

Arbeiðið við at byggja eina terrassu við síðurnar av býráðshúsinum er í gerð og verður eftir ætlan liðugt til várs.

Tað er Ósbjørn Jacobsen Arkitektar sum hava teknað og tað er Kontek sum ger arbeiðið.

Og skamt harfrá, beint yvirav býráðshúsunum, verður eisini arbeitt við at byggja ein nýggjan nýmótans PE handil, ístaðin fyri núverandi gamla PE handil.

Handilin verður áleið 650 fermetrar, umframt at handilin eisini skal hava eina kafé í bygningunum.

Tað er Herman Dalheim sum stendur fyri útgrevstrinum. Ætlanin er, at handilin skal verða klárur til jóla komandi ár.

Grivið verður út fyri nýggja PE handilinum á Oyrini í Norðragøtu

Spjaldur