Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.06.2023 09:16

Nógv virksemi við bryggjuna í Runavík

Mynd: Runavíkar Havn

Tað hevur verið nógv virksemið við bryggjuna í Runavík seinastu dagarnar.

Á heimasíðuna hjá Runavíkar Havn skriva tey soleiðis í gjár:

-Hugaligt við tveimum skipum frá Samskip í dag, tá bæði Helgafell og Hoffell lógu við bryggju. Hoffell, sum vitjaði á fyrsta sinni, koyrdi bingjur í land og tók farm umborð og helt leiðina fram til Rotterdam.

Eisini hava 3 russisk fiskiskip ligið við bryggju. Tey eru øll farin aftur til fiskiskap, upplýsir Runavíkar Havn.

Samstundis hava Falkur og Heykur ligið og landað, meðan Bakkafossur hevur ligið við molan.

Mynd: Eysturoyarportalurin