Almanna- og mentamálaráðið
Í gjár kom føroyska ferðalagið til Oyggjaleikir á Orknoyggjunum. Í dag verður setanin, og sum landsstýrismaður í ítróttarmálum vil eg sera fegin ynskja ítróttarfólkunum bestu eydnu, áðrenn leikirnir veruliga byrja.
Eg hugsi um tykkum øll. Tit, sum hava verið trúføst gjøgnum nógv ár, tit sum vænta at vinna medaljur til Føroyar og tit sum byggja ítróttargreinar upp í Føroyum. Men kanska allar mest tit, sum eru við á Oyggjaleikum fyrstu ferð.
Eg veit upp á egnan kropp, at tað ikki bara er lætt at luttaka fyrstu ferð. Tá eg sjálvur fekk møguleikan og heiðurin at umboða Føroyar fyrstu ferð á Oyggjaleikum á Rhodos í 2007 vóru heilt nógvar kenslur. Fyrst og fremst stoltleiki, at venjing gjøgnum fleiri ár gav møguleikan at umboða móðurlandið í ítrótti. Nógv tað størsta er jú at umboða Føroyar.
Tað fylgdi tó eisini ymiskt annað við. Eg var spentur uppá upplivingina. At vera saman við teimum bestu í Føroyum innan nógvar ítróttargreinar, og at nógv í Føroyum eisini fylgdu við, hvussu tað gekk. Men eg var eisini eitt sindur bangin. Hvat nú, um tað ikki gongur líka væl sum í venjing? Hvat nú um okkurt ordiliga kiksar? Skuldi onkur annar so ikki havt plássið?
Eg veit tykkara venjarar hava umrøtt hetta saman við tykkum. Men eg vil kortini vegna almennu Føroyar siga tað við tykkum – og ikki minst tey nýggjastu.
Vit vita, at tit veruliga hava lagt nógv fyri, at koma hertil, og at tit hava uppiborið plássið. Og vit vita eisini, at ikki meira gerst við venjing nú.
Tí vil eg bara siga:
Njótið hesa upplivingina! Vit vita tit gera tykkara besta fyri Føroyar!