Uml. kl 08.00 í morgun fekk Skálafjarðar Sløkkilið eina fáboðan um at nógv olja var komin á Heiðavegin, vegurin, sum gongur gjøgnum Runavík og Saltangará.
Sum skilst, er tað talan um olju frá einum sethúsum, sum onkursvegna er komin á vegin, soleiðis at hann gjørdist sera hálur at koyra á.
Løgreglan stongdi vegin, meðan sløkkiliðið fekk reinsa og spula vegin.
Vegurin opnar aftur nú uml. kl 10.00 verður upplýst.
Deil á Facebook