Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.01.2023 09:20

Nógv lív í Felagsliðnum hjá Støkk

Mynd: Støkk

Seinasta leygardag hevði Felagsliðið hjá Støkk sína fyrstu venjing í hesum árinum.

Tað gongur framúr væl hjá nýggja liðnum, og teir umleið 55 fimleikararnir stórtrívast. Venjingarnar, ið eru 3 tímar triðjahvønn leygardag, innibera fyrst og fremst fimleik og rørslu, men so avgjørt eisini hugna og spæl.

Felagsliðið venur dúgliga til sína fyrstu framførslu, sum verður í mars mánaða, tá árligu framsýningarnar hjá Støkk eru á skránni.