Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.02.2025 15:26

Nógv betong endaði á vegnum í Leirvík

Mynd: Eysturoyarportalurin

Stutt eftir kl. 14.30 í dag misti ein betongbilur, sum varð á veg úr Klaksvík, betong á vegin.

Betongið sum er komið á vegin, er heilt frá rundkoyringini uttanfyri Norðoyartunnilin Leirvíksmegin og yvir til rundkoyringini uttanfyri kirkjuna í Leirvík.

Talan er um eitt strekki uppá einar 3-400 metur har heilt nógv betong er endað á vegnum.

Í løtuni eru menn frá sløkkiliðnum úr Eysturkommunu í ferð við at vaska og spula vegin.

Dagført kl. 15.45: Nú er vegurin ruddaður og er koyrandi aftur eftir báðum vegabreytum.

Myndir: Eysturoyarportalurin