Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.09.2023 10:17

Noah Mneney og Bryne FK vunnu føroyingauppgerð

Mynd: Noah Mneney (Bryne FK)

Bryne FK vann “føroyingauppgerðina” í gjár, frammanfyri 1745 áskoðarum á Bryne stadion, tá ið teir vunnu ein sannførandi 3-0 sigur á Sandnes Ulf í norsku OBOS-ligaen.

Noah Mneney og Rógvi Baldvinsson, byrjaðu báðir á bonkinum, men vóru innskiftur samstundis í 77. minutti.

Meðan fyri útiliðið, Sandnes Ulf, byrjaði Gullbrandur í Horni Øregaard og leikti hann allan dystin.

Sigurin hjá Bryne FK ber í sær, at teir nú eru komin upp á 8. pláss. Mjøndalen, sum hevur Meinhard E. Olsen í hópinum, liggur á næstaftasta plássið við 23 stigum, meðan oddaliðið Fredriksstad FK, har Jóannes Bjartalíð veruliga ger um seg, liggur á einum greiðum 1. plássið við 45 stigum.

Komandi uppgáva hjá Bryne FK er á útivølli móti Mjøndalen IF tann 17. september.