Mynd: Víkingur
Noah Mneney hevur í kvøld longt sáttmálan við Víking við 2 árum.
Noah Mneney er fuglfirðingur og kom út til Gøtu at spæla fótbólt sum 16 ára gamal.
Hesi árini hevur hann ment seg til ein av berandi kreftunum á Víkingaliðinum. Og var tað heldur ikki óvæntað, at hann nýliga bleiv úttikin á A-landsliðið av Håkan Ericson, eftir at hava verið partur av ungdómslandsliðunum seinastu árini.
Deil á Facebook