Mynd: TASR/Edmund Orzsik
Noah Mneney hevur á fyrsta sinni fingið landsliðsboð. Tað er eftir, at Hallur Hansson hevur givið avboð til landsliðið, sum skal spæla móti Turkalandi sunnukvøldið.
19 ára gamli Noah Mneney hevur verið fastur maður á miðvøllinum hjá Víkingi seinastu trý árini, og hevur eisini verið fastur maður á U21-landsliðnum.
Føroyar spæla sunnukvøldið klokkan 19.45 móti Turkalandi í seinasta dystinum í Nations League higartil.
Deil á Facebook