Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.08.2024 01:50

Nikolay Bliznov nýggjur ungdómsvenjari hjá Tjaldur

Hondbóltsfelagið Tjaldur skrivar:

Nú nærkast kappingarárið, og vit í Tjaldur eru við at fáa kabalina at ganga upp.

Og nú er greitt, at tað verður Nikolay Bliznov, sum kemur at taka tær av U12, U14 og D16.

Nikolay er 30 ára gamal og útbúgvin hondbóltsvenjari.
Seinastu fýra árini hevur hann búð í Føroyum her hann hevur spælt hondbólt. Fyrstu tvey árini við KÍF og seinastu tvey árini við Team Klaksvík. Tað er í samstarvi við Team Klaksvík, at avtalan um venjing er komin í lag, tí hann skal framvegis spæla við besta liðnum hjá Team Klaksvík.

Sjálvur er Nikolay sera spentur upp á venjarauppgávuna. “Tað er hetta, sum eg havi útbúgvið meg til, og tí eri seg ógvuliga spentur at koma í gongd”, sigur Nikolay, sum tosar enskt, men skilir heilt fitt av føroykum.

Vit mugu tó bíða til 19.septembur, áðrenn vit aftur síggja Nikolay. Hann skal heim at halda frí komandi tríggjar vikurnar.

Vit fara kortini í gongd í komandi viku. Tað frætta tit um í vikuskiftinum.