Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.05.2025 09:20

Niels Juel vann fyrsta EM-heiðursmerki í vektlyfting fyri Føroyar

Tíðindaskriv

Føroyar fingu sítt fyrsta europeiska heiðursmerki í olympiskari vektlyfting, tá ið Niels Juel Arge vann bronsu við EM-masters síðsta vikuskiftið í Golem, Durrës í Albania.

Føroyar og Føroya Styrkisamband hava nýliga fingið fullan limaskap í altjóða sambandinum fyri masters vektlyfting IMWA, International Masters Weightlifting Association, 35+ ár.

Niels Juel hevur inntil nú kappast sum dani og vunnið tvey EM-silvur og eina HM-bronsu. Men nú kappast hann og aðrir føroyskir masters vektlyftarar fyri Føroyar. 

Kappingin sunnudagin var hørð, og tað reið um snarið at fáa fyrstu føroysku EM-medaljuna í hús í aldursbólkinum 55-59 ár og vektbólkinum 109+ kg. 

Norðmaðurin Jøran Herfjord vann gull við íalt 212 kg (95 kg trekk og 117 kg stoyt). Italiumaðurin Andrea Borrello tók silvurið við íalt 205 kg (88 kg trekk og 117 stoyt). 

Við íalt 194 kg (82 kg trekk og 112 kg stoyt) knógvaði Niels Juel bretanum David English, sum team-Arge við soninum Niklas Jógvan sum sparrara trýsti til at satsa so nógv, at hesin kiksaði.

Niels Juel royndi eisini eftir 86 kg í trekk og 118 kg í stoyt, sum hevði givið 204 kg íalt, men hesi bæði lyftini komu ikki í hús hesaferð.

Masters kappingarnar vaksa alsamt, og kappingin í Albania er størsta EM-masters higartil við 908 luttakarum og níggju kappingardøgum. HM-masters er í Las Vegas, USA í september. 

Takk til stuðlarnar: Málarameistari Finnur Svartá Sørensen, Forlagið Tjarnardeild og Luna.