Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.08.2023 10:43

NIAR frammvið Sjóvar kommunu í dag

Sjóvar kommuna

Nordic Islands Adventure Race Faroe Islands 2023 er farið í gongd. 

25 bólkar byrjaðu í gjár á Vaglinum, har tey skuldu súkkla til Kirkjubøar, og síðani til Gásadals. Úr Gásadali skulu tey ganga til Slættanesar, og síðani heim á Oyragjógv, har tey skulu rógva til Leynar, og so ganga til Tjørnuvíkar, har tey so aftur skulu rógva til Skálabotn. 

Tey 25 liðini koma tí at rógva frammvið allari strandalinjuni í Sjóvar kommunu. Vantandi koma tey fyrstu rógvandi frammvið í dag. 

Í skrivandi løtu er eitt lið úr Estlandi fremst. Nummar 2 er eitt svenskt lið, og nummar 3 er eisini eitt estlenskt lið. Føroyska liðið er í løtuni á einum 18. plássið. Føroyska liðið er lið nummar 24 á kortinum.

Á hesi leinkjuni kanst tú fylgja við hvar liðini eru beint nú.