Sjóvar kommuna
Í døgunum 13-19 august verður Nordic Islands Adventure Race Faroe Islands 2023 (NIAR) á skránni. NIAR er ein partur av Adventure Racing World Series.
Vit kenna til triathlon, men hetta er bara meira ekstremt.
Teinurin tey skulu kappast í er 486 km, herav 250 km á fjallasúkklu, 157 km til gongu og 79 km í báti.
Tað verða ivir 100 íðkarðar frá 12 ymiskum londum sum fara at kappast. Eisini føroyingar vera við. Á hvørjum liðið eru 4 íðkarar.
Vinnandi liðið skal luttaka á heimsmeistarakappingini í Adventure Racing World, sum verður í Suðurafrika í oktobur.
Kappingin byrjar á Vaglinum í Tórshavn 13. aug kl. 9:00, og skulu íðkarnir vera komnir á mál í seinasta lagi leygardagin 19. august.
Íðkarnir koma vantandi padlandi frammvið Sjóvar kommunu frá mánakvøldinum 14 august umleið kl 20 til tíðliga mikumorgunin. Meira kunning um hetta seinri.
So sær tú íðkarar koma padlandi framvið, ella møtir teimum á vegnum á súkklu ella rennandi. So er at heppa á tey, og geva teimum mót, í hesi hørðu ítróttargrein.
Bátar o.a sum eru í økinum í hesum tíðarskeiðinum, verða bidin um at vísa varsemi, og taka atlit til íðkararnar.
Eisini fólk í akfari verða biðin um at vísa varsemi, og taka atlit til íðkararnar á vegnum.