Runavíkar Havn
Í morgin – tann 27. juni – fær Funningur vitjan av NG Endurance hjá reiðarínum Lindblad Expeditions.
NG Endurance, sum hevur vitjað í Funningi fyrr, er umleið 112 metrar langt og hevur pláss fyri upp til 148 gestum umborð. Skipið liggur fyri akker frá klokkan 8, og gestirnir verða førdir í land við gummibátum.
Tor Shipping er umboðsfelag hjá skipinum.
