Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.02.2026 20:38

Nevndin í Krígssavninum heldur fram

Nevndin í Krígssavninum skipaði seg beint eftir aðalfundin. Úr vinstru er tað Magnus á Stongunum, nevndarlimur, Klæmint Weihe, næstformaður, Marna Jacobsen, skrivari, Fróði H. Poulsen, kassameistari, Karl Jóhan Nielsen, formaður, Poul Arni Jacobsen, fyrstvaldur tiltakslimur, og Magni Arge, næstvaldur tiltakslimur

Tíðindaskriv/ Krígssavnið

Karl Jóhan Nielsen og Klæmint Weihe blivu báðir afturvaldir á aðalfundinum hjá Krígssavninum, og teir halda eisini fram sum ávikavist formaður og næstformaður í nevndini. Stóra byggiverkætlanin tekur skap, og í orðaskiftinum bleiv talað fyri, at størri dentur nú skal leggjast á innihaldið

Eini 20 fólk møttu upp, tá felagið Krígssavnið týskvøldið hevði aðalfund á Krígssavninum í gamla SOR–bygninginum við flogvøllin í Sørvági.

Hesa ferð stóðu Karl Jóhan Nielsen, formaður, og Klæmint Weihe, næstformaður, fyri vali. Teir blivu báðir afturvaldir uttan mótvalevni, og tá nevndin skipaði seg beint eftir fundin, varð greitt, at teir eisini halda fram sum ávikavist formaður og næstformaður í nevndini. Fróði H. Poulsen heldur fram sum kassameistari, Marna Jacobsen sum skrivari, og Magnus á Stongunum er nevndarlimur.

Einasta broytingin var, at Magni Arge bleiv valdur til tiltakslim í staðin fyri Regin Davidsen, ið ikki var møttur á aðalfundinum. Poul Arni Jacobsen, ið eisini var tiltakslimur frammanundan, tók við afturvali og bleiv valdur við tað, at ongin stillaði upp ímóti teimum báðum. Lutakast var um raðfylgjuna hjá tiltakslimunum, og úrslitið bleiv, at Poul Arni Jacobsen er fyrstvaldur og Magni Arge næstvaldur.

Nú kunnu øll, sum koyra eftir høvuðsvegnum framvið Krígssavninum síggja, at stóra byggiverkætlanin tekur skap, og hon fylti eisini nógv í formansfrágreiðingini hjá Karl Jóhan Nielsen.

Nógv er gjørt inni í grøna SOR–bygninginum, sum Krígssavnið hevur húsast í seinastu árini. Nú er eisini tann vestara barakkin liðugt bygd, og komið er væl áleiðis við arbeiðnum inni. Barakkin verður handað Krígssavninum síðst í mars. Síðani skal økið uttan um hana ruddast og hampast. Eftir ætlan skal barakkin, sum millum annað fer at rúma móttøku, skrivstovu, fundarhøli, sølubúð og vesir, vera liðug at taka í brúk, tá savnið letur upp aftur fyri vitjandi fyrst í mai.

Ein barakk skal eisini byggjast eystur úr SOR–bygninginum, men J&K Petersen, sum byggir barakkirnar, hevur í løtuni skúrar standandi á økinum í sambandi við, at teir eisini eru við í arbeiðnum at byggja Vága Floghavn út.

Karl Jóhan Nielsen greiddi frá, at J&K Petersen hevur biðið um at sleppa at leiga økið í eitt ár afturat – til februar 2027 – og hesum hevur nevndin fyri Krígssavnið játtað. Beint eftir tað verður so farið undir at byggja tí eystaru barakkina. Tá báðar barakkirnar eru bygdar á sumri 2027, fær SOR–bygningurin ta útsjónd, hann hevði undir krígnum.

Síðan 1. januar 2025, hevur miðvingurin Jon Sigurd Hansen, sum bæði er søgufrøðingur og snikkari, havt hálvtíðarstarv í Krígssavninum. Hann hevur ábyrgdina av at savna inn, skráseta og syrgja fyri varðveitsluni av savnslutum og tekur sær eisini av miðling, eitt nú umsitingini av heimasíðuna hjá felagnum. Arbeiðið hjá Jon Sigurdi Hansen fevnir eisini um at granska í savnslutum, skjølum og øðrum tilfari og at gera fyrifallandi snikkaraarbeiði.

Formaðurin greiddi frá, at tey skjótt sóu ávøkst av nýggju starvssetanini, tí undir fyrireikingunum til hátíðarhaldið í fjør í sambandi við, at 80 ár vóru liðin, síðan seinni heimsbardagi endaði, eydnaðist tað Jon Sigurdi Hansen at fáa samband við Douglas McCreath, formann í felagnum hjá The Cameronians. 

The Cameronians sýndu beinanvegin stóran áhuga í at vitja Føroyar og Krígssavnið, og tá av tornaði komu fimm fyrrverandi hermenn til hátíðarhaldið, umframt ein skotskur sekkjapípuspælari og umboð fyri bretsku sendistovuna í Føroyum.

Hátíðarhaldið eydnaðist stak væl í allar mátar og gav savninum góða umrøðu, greiddi formaðurin frá. Bretsku gestirnir steðgaðu í eina viku, og Jon Sigurd Hansen vísti teimum runt í Føroyum. Aftaná hevur Krígssavnið fingið fleiri lutir frá The Cameronians, eitt nú hermannabúnar.

Karl Jóhan Nielsen greiddi frá, at 1.037 fólk vitjaðu Krígssavnið í fjør, og av teimum vóru 354 útlendingar. Stovnar innan almannaverkið, barnagarðar, skúlaflokkar, bæði úr fólkaskúla, miðnámi og frá Fróðskaparsetrinum, vitja eisini ofta savnið. Krígssavnið er opið fyri almenninginum frá 1. mai til 1. oktober og annars eftir avtalu.

Formaðurin endaði við at takka fyri fíggjarliga stuðulin í fjør, bæði tann landsalmenna, tann kommunala og ikki minni tann privata frá virkjum og einstaklingum.

Eftir formansrøðuna legði Fróði H. Poulsen fram roknskapin, ið var eimælt góðkendur. 

Tá aðalfundurin var av, var farið inn í nýbygdu barakkina, har Poul Arni Jacobsen, tiltakslimur í nevndini, greiddi frá.


Spjaldur