Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.04.2026 14:07

Nevndin í Heilsurøktarafelagnum heldur fram

Mynd: Heilsurøktarafelagið

Heilsurøktarafelagið

Aðalfundur var hildin í vikuskiftinum, og tveir limir stóðu fyri vali; Elsebeth Samuelsen og Elisabeth Eið Eliassen. Báðar stillaðu upp aftur. 
Aftur at teimum báðum stillaðu eisini Beinta Simonsen og Alvin Joensen upp til nevndarval.
Úrslitið var, at Elsebeth og Elisabeth vóru afturvaldar til eitt tvey ára skeið afturat.

Seinastu árini hevur Heilsurøktarafelagið havt talgilt nevndar- og forfólkaval. Forkvinnan stóð eisini fyri vali hesaferð, og av tí, at sitandi forkvinna varð tann einasta, ið stillaði upp til tað valið, var skjótt greitt, at Bingerð H. Fossagil heldur fram sum forkvinna í Heilsurøktarafelagnum komandi trý árini.

Ein tiltakslimur skuldi kortini veljast á sjálvum aðalfundinum. Til tað valið vóru tað trý, ið bjóðaðu seg fram; Vár Hansen, Alvin Joensen og Jakoba Winther. 
Úrslitið var, at Alvin Joensen var valdur tiltakslimur í eitt tvey ára skeið. Hann er sostatt annar tiltakslimur saman við Ellu Norðberg, ið var vald tiltakslimur í eitt tvey ára skeið á seinasta aðalfundi. 

Nevndin í Heilsurøktarafelagnum er sostatt: Bingerð H. Fosságil, forkvinna, Linda Arnfríðardóttir, Annika E. Breiðaskarð, Elsebeth Samuelsen og Elisabeth Eið Eliassen, nevndarlimir og Ella Norðberg og Alvin Joensen, tiltakslimir.