Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.04.2024 13:23

Nevndin í Føroya Ráfiskakeyparafelag heldur fram

Mynd: Føroya Ráfiskakeyparafelag

Føroya Ráfiskakeyparafelag

Føroya Ráfiskakeyparafelag hevði aðalfund mikudagin 10. apríl. Á aðalfundinum stóðu Magnus Jespersen og Brandur Jacobsen fyri vali. Báðir tóku við afturvali og blivu valdir í nevndina.

Eisini Dánial Hansen bleiv afturvaldur og heldur fram sum tiltakslimur.

Eftirr aðalfundin skipaði nevndin seg við sama formannskapi sum áðrenn aðalfundin við Jógvan Hansen sum formanni, og Jens Paula Petersen sum næstformanni

Nevndin í Føroya Ráfiskakeyparafelag sostatt óbroytt, og er mannað soleiðis: Jógvan Hansen, formaður, Jens Pauli Petersen, næstformaður, Magnus Jespersen, nevndarlimur, Nicolas Stauss, nevndarlimur, Brandur Jacobsen, nevndarlimur og Dánial Hansen, tiltakslimur.