Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.02.2025 21:20

Nevndin í Føroya Ferðaleiðarafelag heldur fram

Á myndini frá vinstru eru: Bergur Samuelsen, Bjørg Jacobsen, Edny Poulsen, Hilda Thomsen, Samson Højgaard.

Tíðindaskriv

Føroya Ferðaleiðarafelag hevði aðalfund 22. februar. Hilda Thomsen og Samson Højgaard stóðu fyri vali og vórðu bæði afturvald. Bergur Samuelsen og Edny Poulsen vórðu vald sum tiltakslimir. Á nevndarfundi 23. februar skipaði nevndin seg eins og áður við Hildu Thomsen sum forkvinnu, Samson Højgaard sum næstformanni og Bjørg Jacobsen sum skrivara og kassameistara.

Føroya Ferðaleiðarafelag er eitt áhugafelag og arbeiðir fyri at menna ferðaleiðarayrkið og fáa skipað viðurskifti fyri ferðaleiðarar í ferðavinnuni.