Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.12.2025 16:27

Nes kommuna takkar Ólavi Magnussen og Magnus í Hjøllum

Mynd: Nes kommuna

Nes kommuna

Tá ið nýggja kommunala valnevndin skuldi veljast fyrr í ár, bóru Ólavur Magnussen og Magnus í Hjøllum seg undan afturvali. Teir báðir hava sitið í valnevndini í mong ár.

Ólavur Magnussen hevur sitið í valnevndini síðan 1. januar 1989, og hann hevur verið formaður síðan í des. 2003.

Magnus í Hjøllum hevur sitið sum valnevndarlimur síðan 1. januar 1997.

Í gjár vóru Ólavur Magnussen og Magnus í Hjøllum bodnir at koma til ein kaffimunn á kommunuskrivstovuni, har Súni í Hjøllum, borgarstjóri, nýtti høvi, vegna Nes kommunu, hjartaliga at takka teimum báðum fyri arbeiði teirra í valnevndini í hesi mongu ár. Borgarstjórin handaði teimum eina gávu og legði dent á, at teir báðir hava røkt hetta álitisstarv við sera stórum nærlagni.

Í valnevndini sita nú:

Andrias Magnussen, formaður
Elsa í Hjøllum
Vilmund D. Jacobsen
Álvur Højgaard
Anna Malena Højgaard

Varalimir:

Rúna Olsen
Petur Gaardlykke
Jaspur Højgaard

Mynd: Nes kommuna

Spjaldur