Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.12.2025 13:30

Neptun eyka aðalfund í kvøld – Flot ikki partur av Runavíkar kommunu

Stig Davidsen, ein av fyriskiparunum til eykaaðalfundin hjá svimjifelagnum Neptun, sum verður í kvøld. (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Eykaaðalfundur verður í svimjifelagnum Neptun í kvøld í í hølunum hjá Arbeiðarafelagnum Hæddini í Saltangará.

Hetta hevur fingið fólk upp úr stólinum, serliga teimum sum varða av svimjifelagnum Flot, nú Runavíkar kommuna ikki sær Flot sum eitt felag sum er heimahoyrandi Runavík, men ístaðin er heimahoyrandi í grannakommununi, Nes kommunu.

Og tí er kommunan ikki sinnað at gera felagið Flot til ein part av virkseminum í nýggju svimjihøllini í Runavík, sum letur upp fyrsta dagin.

Svimjifelagið Flot varð stovnað, tá svimjihøll kom í skúlanum á Toftum í 1984. Og eru umleið 80% av teimum 140 limunum í felagnum úr Runavíkar kommunu í dag. Samstundis sum at formaðurin síðani 1999 hevur havt bústað í Runavíkar kommunu.

Men til hetta sigur Stig Davidsen, ein av stigtakarunum til eykaaðalfundin hjá Neptun í kvøld, at Neptun er stovnað í 1964 sum áhugafelag við tí endamálið at skaffa pening til ein svimjihyl á Glyvrum.

Felagið eigur eisini eitt lítið grundstykkið á Glyvrum sum upprunaliga er avlagt til ein lítlan svimjuhyl til felagið.

Á heimasíðuni hjá Flot eru tey tó ikki fegin um ætlanirnar hjá Neptun og um avgerðin hjá kommununi. Tey siga solieðis á heimasíðu síni:

-Sum ført varð fram á aðalfundinum í apríl 2025, arbeiðir Flot við at koma inn í nýggja svimjihylin í Bylgjuni.

-Vit hava roynt hetta síðani 20. mars 2023, men hevur tað ikki eydnast. Grundgevingin hevur allatíð verið, at felagið er skrásett í Nes kommunu, og av hesi orsøk vil Runavíkar kommuna slett ikki tosa við Flot – hetta hóast 140 av virknu limunum í Flot (áleið 80%) eru úr Runavíkar kommunu.

-Felagið hevur meir enn 40 ár á baki. Undangongufólk okkara eins og vit, sum nú eru í Flot, hava ongantíð hugsað um ella lagt dent á kommunumark og mett verður ikki, at hetta skal forða okkara svimjarum í at mennast.

-Fyri at okkara svimjarar skulu fáa betur venjingarumstøður, er skrásetingin av Svimjifelagnum Flot broytt, so felagið nú hoyrir heima í Runavíkar kommunu, har í tað hevur havt postadressu og formann síðani 1999.

-Eftir hesa broyting, hevur tað framvegis ikki eydnast at fáa eina váttan frá Runavíkar Kommunu um, at Svimjifelagið Flot sleppur at venja í nýggju svimjihøllini. Grundgivið verður m.a. við, at felagið framvegis hoyrir heima í Nes Kommunu, tí venjingin hjá felagnum fer fram har. Viðmerkjast skal, at einasti svimjihylur á eystara armi á Skálafjørðinum hevur verið á Toftum, og tí hevur felagið – sjálvandi – vant har. Samstarvið við Nes Kommunu verið fyrimyndarligt øll hesi ár.

-Runavíkar kommuna hevur tó brúkt Svimjifelagið Flot til ymiskt

– svimjing yvir um Skálafjørðin á stevnum

– ráðgeving til byggingina av svimjihøllini, t.d. hvat krevst til eitt svimjifelag og hvussu høllin best kann nýtast til kappingar.

-Tað er tí keðiligt at staðfesta, at Svimjifelagið Flot framvegis ikki hevur fingið váttan um, at felagið kann sleppa at hava venjingar í nýggju høllini.

-Viðvíkjandi áhugafelagnum Neptun, hevur tað ikki verið viðkomandi at tosa um at leggja tvey svimjifeløg saman, tí Neptun ikki er eitt svimjifelag, men eitt áhugafelag við endamáli at byggja svimjihyl til Runavíkar Kommunu.

-Flot arbeiðir framvegis við at fáa venjingartímar í nýggju svimjihøllini, og vónandi kunnu limir okkara, harav størsti parturin eru borgarar í Runavíkar Kommunu, eisini fáa gleði av fantastisku, nýggju umstøðunum.

-Svimjifelagið Flot hevur svimjarar úr øllum bygdunum við Skálafjørðin og aðrastaðni í Eysturoynni við. Øll eru vælkomin at venja við Svimjifelagnum Flot. 

Eykaaðalfundur hjá svimjifelagnum Neptun verður í kvøld 18. desember kl. 20. Skráin ljóðar soleiðis:

Endurstovnan av felagnum

Endurskoðaðar viðtøkur

Val av fyribils nevnd fram ímóti regluligum aðalfundi

Áseting av limagjaldi

Ymiskt