Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.12.2025 14:06

Nei til hálvar yvirtøkur

Lesarabræv

Í dag viðgjørdi Fólkatingið eitt uppskot um at loyva stigvísari yvirtøku av loftferðsluni. 

Ávísir flokkar fegnast óivað øgiligt um, at “málsøkið, loftferðsla verður yvirtikið”. Hetta ljóðar ivaleyst gott í loysingaroyrum, og enn betur hjá teimum, sum vilja profilera seg politiskt. 

Men hetta lógaruppskotið snúði seg ikki um, hvørs vit skulu yvirtaka loftferðsluna ella ikki. Lógaruppskotið snúði seg um at skapa heimild til at loyva stigvísari yvirtøku av loftferðsluni.

Galdandi lóggáva loyvir bert reellari yvirtøku, og tað heldur Sambandsflokkurin, at vit skulu halda fast í, og tískil kunnu vit ikki taka undir við uppskotinum.

Hálvar yvirtøkur eru ikki reellar yvirtøkur – tær elva meira til reellan ruðuleika, sum útlendingaøkið er eitt greitt dømi uppá. Har hevur mann valt at yvirtaka ein part av útlendingaøkinum, meðan restin liggur í Danmark. 

Sum avleiðing av hesum hálvu yvirtøkunum verða borgarar og fyritøkur sendar frá einum myndugleika til ein annan, har bæði bíðitíðin og bunkarnir hópa seg upp. Ábyrgdin er ógreið og óskipað. Hetta er eitt týðiligt dømi um, at stigvís yvirtøka skapar ógreiðar og ótryggar støður.

Hóast alt, fegnaðust fleiri á loysingarvonginum um yvirtøkuna á útlendingaøkinum. Tað tykist fyri mær sum um, at mann bara vil yvirtaka, fyri at kunna seta eitt flugubein við at “vit hava yvirtikið hetta og hatta”. 

Sambandsflokkurin er ímóti slíkum ruðuleika. Tað kann ikki vera rætt, at borgarin og vinnan mugu svíða fyri, at ávísir politikarir kunnu profilera seg við loysingarretorikki.

Tað kemur ikki óvart á okkum, um vit nú fáa skotið í skógvarnar, at Sambandsflokkurin er ímóti yvirtøkum av øllum slag, men veruleikin er bara ein annar. Sambandsflokkurin hevur verið við til at yvirtaka fleiri málsøki enn onkrir loysingarflokkar. 

Ein yvirtøka krevur, at mann hevur fyrireikað seg til fulnar. Mann skal hava vent øllum hugsandi støðum, hava eitt greitt yvirlit yvir byrðum, ábyrgdarbýti og kostnaði. 

Loftferðslumálsøkið er sera umfatandi og er tætt regulerað av altjóða ásetingum. Tað er eitt ómetaliga komplekst økið, og tí skal mann ikki býta tað upp og yvirtaka í stigum. Tað er óansvarligt. Trygdin má og skal setast fremst! 

Mótstøðan ímóti lógaruppskotinum snýr seg sostatt um, at Sambandsflokkurin ikki vil vera við til at stuðla uppundir tann ruðuleika, sum hálvar og ófyrireikaðar yvirtøkur elva til. 

Vit í Sambandsflokkinum vilja yvirtaka málsøki, tá tey eru væl fyrireikað, og tá vit eru til reiðar at átaka okkum alla ábyrgd og allar skyldur sum harvið fylgja. 

Tað er tað, sum er ábyrgdarfult, trygt og gott fyri Føroyar. 

Antin yvirtaka vit ordiligt, ella yvirtaka vit ikki. 

Bárður á Steig Nielsen, løgtingslimur og formaður fyri Sambandsflokkin.

Anna Falkenberg, fólkatingslimur og næstforkvinna fyri Sambandsflokkin.