Sámal Sunnudag
Hjá nógvum eru jólini vorðin ein undanførsla fyri at rúsa seg. Spiritus fyllir meiri enn spiritualitetur. Tað byrjar við J-degnum, har bryggjaríini koma við ársins jólabryggi – ofta við góðum “happy hour”-tilboðum, ið skulu framskunda og økja um rúsin.
Síðani byrja jólaborðhaldini, ið nærum kappast um at vera vátlig. Jú hægri promilla, tess betri. Og sjálvt tá ið jólini koma, eru fólk framvegis tyst. Øl, vín og brennivín kemur á borðið nógvastaðni, bæði jólaaftan, jóladag – og serliga annan jóladag, ið søguliga er stóra dansikvøldið í nógvum bygdum.
Men rúsurin er ein misskiltur hugni. Hóast tey flestu hava stuttleika av hesum, elvir rúsdrekka – og onnur rúsevni – til stórar sosialar trupulleikar. Onkur missir arbeiðið, onkur missir koyrikortið, onkur missir hjúnabandið, ja onkur missir hús og heim. Rúsurin er onkursvegna ein flýggjan undan trupulleikunum í gerandisdegnum, men heldur enn at loysa trupulleikarnar, ger rúsurin bara alt enn verri. Sum Homer Simpson segði so væl: “Here’s to alcohol, the cause of, and solution to, all of life’s problems!”.
Les alla greinina her
