Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.09.2025 21:16

Nebo á Toftum verður 100 ár

Í 1925 sá samkoman á Toftum, sum nú verður nevnd Nebo samkoman, dagsins ljós.

Nú tað eru 100 ár síðani, at tey fyrstu ferð savnaðust um minnismáltíð Harrans, verður hetta hátíðarhildið leygardagin 20. september og sunnudagin 21. september.

Hetta er skráin fyri báðar dagarnar:
Leygardagin 20. september.
Kl. 10.00 Kaffi fyri menn. Hanus Lómstein hevur eitt stutt orð.
Kl. 13.00 Barnamøti, við sangi, søgu og spurnarkapping.
Kl. 13.00 – 14.45 Kaffi og pannikøkur.
Kl. 14.00 Spæliland í fimleikahøllini í skúlanum – hoppiborgir, poppkorn og sunkist, anditsmáling vm.

Kl. 15.00 Samkoman í 100 ár. Jóannes Hansen, Sólrun Lómstein og Øssur Berghamar luttaka.
Kl. 17.00 Máltíð við fisk&chips og pylsur og breyð, umframt ein drekkamuður.

Kl. 19.00 Sangløta – Felagssangur, framførslur við barnakór, ungdómskór og kvinnukór, Hervør á Torkilsheyggi og eitt stutt orð frá Símun Pætur á Torkilsheyggi.
Kl. 20.30 Drekkamuður.

Kl. 22.00 Change – Trúfesti í samkomuni. Símun Pætur á Torkilsheyggi, Margareth D. Djurhuus og Jákup Solmunde luttaka. 
Kl. 00.00 Midnáttarsuppa.

Sunnudagin 21. september
Kl 11.30 Familjumøti. Charlotta á For sigur søgu, Poul Færø ber heilsu fram um vitnisburðurin í samkomuni.
Kl 12.30 Sunnudagsskúli.
Kl 12.30 Jens Christian Olsen – Samkoman í nútíð og framtíð.
Kl 13.00 Lovsangur, takkarløta og breyðbróting.
Kl 13.30. Samvera og drekkamuður.

Spjaldur