Navigare sum heldur til í Søldarfirði er saman við tveimum norskum reiðaríum, í ferð við eina verkætlan at byggja tvey farmaskip uppá 5.000 tons hvørt, sum onki CO2 útlát skulu hava. Hetta skrivar Dimma.fo í dag.
Skipini verða drivin við ammoniakk, sum brennievni, verður upplýst.
Í dag hevur verkætlanin fingið heili 152 NOK milliónir (99 milliónir DK) frá norska grunninum Enova.
-Hetta er ómetaliga spennandi, sigur Álvur Højgaard, sum er stjóri í Navigare við Dimma.fo.
Tað er felagið, Viridis Bulk Carriers sum Navigare er ein partur av, sum fyri umleið tveimum árum síðani setti út í kortið, at byggja skip við ongum CO2 útláti.
Skipanin er nú klár at brúka, men tað vísir seg, at tað óivað verður dýrari at reka hesi skipini enn tey, sum brúka olju.
-So enn er okkurt eftir at fáa uppá pláss, men vit hava fígging til at byggja skipini, upplýsir Álvur Højgaard stjóri á Navigare.
Deil á Facebook