Mynd: Runavíkar Havn
Tað hendir nógv hernaðarliga rundan um Føroyar í hesum tíðum – bæði í luftuni og á sjóvnum. Í Runavík er einki undantak sum so. Heimasíðan hjá Runavíkar Havn skrivar soleiðis:
Í sambandi við NATO-venjingar um okkara leiðir, hava fleiri fremmand krígsskip verið at sæð millum oyggjarnar.
Eitt av hesum skipum kom inn á Kongshavn í gjár. Talan er um týsku fregattina Mecklenburg-Vorpommern, sum var bygd í 1996. Skipið er 140 metrar langt og rúm er fyri 220 fólkum umborð. Í natovenjingini, ið kallast Dynamic Mongoose 2023, verður millum annað leitað eftir kavbátum.
