Almanna- og mentamálaráðið
Almanna- og mentamálaráðið bjóðar nú út uppgávuna at fremja námsfrøðiligt eftirlit við tilboðum og tænastum sambært kapittul 5 og 6 í Almannalógini.
Endamálið við eftirlitinum er at tryggja, at tilboð og tænastur virka sambært ætlan, og at borgarar trívast og mennast í einum fakliga tryggum umhvørvi.
Á hvørjum ári skal eftirlit fremjast við umleið 15 tilboðum, og verður hetta gjørt við støði í kunngerð nr. 226 frá 20. desember 2020.
Eftirlitið fevnir millum annað um námsfrøðiligt innihald, trivnað, fakligar arbeiðshættir og starvsfólkaviðurskifti.
Talan er um trý ára sáttmála við møguleika fyri leinging. Bæði einstaklingar og fyritøkur við neyðugum fakligum førleikum kunnu bjóða seg fram.
Krav er m.a. útbúgving innan námsfrøði ella læraraútbúgving og viðkomandi royndir.
Alt eftirlit og samskifti skulu fara fram á føroyskum máli. Tagnarskylda og reglur um dátuvernd skulu haldast.
Tilboð skulu sendast til gjaldstovan@gjaldstovan.fo í seinasta lagi fríggjadagin 23. mai 2025 kl. 15.00.
Spurningar kunnu sendast til svabo@ammr.fo innan fríggjadagin 16. mai 2025 kl. 15.00.
Les meira her: Keypsportalur