Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.03.2026 11:41

Námásfrøðingar og hjálparfólk eiga betri sømdir

Lesarabræv

Sum læraralesandi á fjórða ári og við fleiriára royndum við børnum og ungum, havi eg havt møguleika at fylgja arbeiðinum á námsfrøðiliga økinum tætt. Gjøgnum hetta havi eg fingið eitt greitt innlit í gerandisdagin hjá teimum, sum hvønn dag bera eina av týdningarmiklu uppgávunum í okkara samfelagi; at tryggja trivnað, menning og umsorgan fyri okkara børnum.

Hvønn morgun verða túsundtals børn latin upp í hendurnar á námsfrøðingum og hjálparfólkum kring landið. Foreldur fara til dagsins yrki í vissu um, at børnini eru í tryggum hondum hjá fólki, sum hvønn dag leggja hjarta, fakligheit og umsorgan í sítt arbeiði.

Hesi starvsfólk hava ábyrgd av trivnaði, menning og trygd hjá børnum og ungum; eisini teimum við serligum tørvi. Tað er eitt arbeiði, sum hevur avgerandi týdning fyri familjur og fyri samfelagið sum heild.

Kortini síggja vit eitt týðiligt ósamsvar millum ta ábyrgd, sum arbeiðið ber, og teir karmar, sum starvsfólkini arbeiða undir.

Arbeiðsumstøður, løn og virðing samsvara ofta ikki við týdningin av arbeiðinum. Tá arbeiðið hevur so grundleggjandi týdning fyri samfelagið, er hetta ikki bara ein trupulleiki fyri tey, sum starvast á økinum – tað er ein samfelagslig avbjóðing.

Ofta verður kjakið um námsfrøðiøkið avmarkað til spurningin um útbúgving; hvussu vit fáa fleiri námsfrøðingar. Tað er sjálvandi týdningarmikið. Men avbjóðingin er breiðari enn so.

Tørvurin á starvsfólki veksur støðugt. Fólkatalið økist, fleiri børn eru á stovni, og krøvini til fakligheit og normeringar eru hægri enn áður. Samstundis vísir veruleikin í gerandisdegnum hjá nógvum starvsfólkum, at arbeiðið er bæði kropsliga og kensluliga krevjandi. Tað krevur bæði fakligheit, tol og stórt menniskjaligt yvirskot.

Men karmarnir fylgja ikki við hesum krøvum. Tá eitt arbeiði krevur so nógv – bæði fakliga og persónliga – og tað harafturat samstundis er torført at fáa gerandisdagin at hanga saman fíggjarliga og arbeiðsliga, so er tað ikki løgið, at summi velja aðrar leiðir, og at færri velja námsfrøðiøkið.

Vit tosa ofta um, hvussu týdningarmikið tað er at hava dugnaligar námsfrøðingar og hjálparfólk. Tað er lætt at semjast um í orðum.

Men um orðini skulu hava veruligt innihald, mugu tey eisini síggjast aftur í verki; í politiskum avgerðum og greiðum raðfestingum. Betri arbeiðsumstøður, greiðari karmar og størri virðing fyri arbeiðinum eru ikki bert ein spurningur um rættvísi fyri tey, ið starvast á økinum.

Tað er eisini ein íløga í okkara børn, okkara familjur og í framtíðina hjá okkara samfelag.

Vit kunnu ikki vænta, at fólk bera so stóra ábyrgd fyri okkara børnum og ungum, uttan at samfelagið samstundis tekur ábyrgd fyri teimum, sum hvønn dag loysa hesa uppgávu.

Tí er tað eitt hjartamál hjá mær, at námsfrøðingar og hjálparfólk fáa arbeiðsumstøður og sømdir, sum samsvara við ta ábyrgd tey bera, og tað týdningarmikla arbeiði tey gera hvønn dag.

𝐒𝐭𝐞𝐟𝐟𝐚𝐧 𝐀𝐛𝐫𝐚𝐡𝐚𝐦𝐬𝐬𝐨𝐧 𝐋ø𝐤𝐢𝐧.

𝐕𝐚𝐥𝐞𝐯𝐧𝐢 𝐟𝐲𝐫𝐢 𝐅ó𝐥𝐤𝐚𝐟𝐥𝐨𝐤𝐤𝐢𝐧.