Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.01.2025 13:13

Nakrir skaðar vóru í vindinum í nátt

Mynd: Eysturoyarportalurin

Tað var nógvur vindur í nátt og í morgun kring alt landið. Og á Heltnini á Oyndarfjarðarvegnum vóru máldar heilt upp í 71,6 metrar um sekundi í hvirlunum.

Eins og í øðrum bydgum og kommunum, so vóru eisini nakrir skaðar av nógva vindinum í Eysturkommunu.

Í Norðragøtu var m.a. ein garður koppaður, og í Leivík var eitt vindeyga í skúlanum sogið inn, meðan í Syðrugøtu loysnaði nakað av undilagnum av sparkivøllinum á spæliplássinum.

Myndir: Eysturoyarportalurin