Teir næstbestu hjá Víkingi vóru í dag á útivølli, tá ið teirr vóru í Vági har FC Suðuroy stóð og bíðaði.
Bæði liðini høvdu fingið eina frálíka byrjan uppá landskappingina har bæði høvdu vunnið sínar fyrstu tveir dystir. Tískil var talan um ein sokallaðan toppdyst, hóast heimaliðið á pappírinum hevði ein stóran favorittleiklut.
FC Suðuroy legði seg á odda 2-0 longu í fyrra hálvleiki og væntaðu tí nógv at heimaliðið fór at vinna ein tryggan sigur.
Men so bleiv ikki, tí í seinna hálvleiki megnaði Víkingur at svarað aftur, við tveimum málum frá unga miðverjanum Jens Eiler Samsson. Seinna málið varð skotið nakað inni í yvirtíðini sum dómarin hevði lagt afturat.

