Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.02.2023 20:20

Nær er tað lýsing og nær eru tað tíðindi?

Mynd: Helgi Abrahamsen

Lesarabræv

“Lýsingar á sosialu miðlunum eiga at vera frámerktar at vera lýsingar.” Tað sigur Brúkaraumboðið, sambært Kringvarpi Føroya. Orsøkin til fráboðanina er, at vørur og tænastur verða marknaðarførdar á sosialu miðlunum, og har verður ikki altíð boðað frá, at talan er um eina lýsing.

“Alt, sum kann fremja sølu, og fólk fáa pengar ella aðrar fyrimunir fyri at leggja út, skal hava frámerki,” sigur Brúkaraumboðið.

Eg havi tvær ferðir sett landsstýrisfólkum fyrispurning um lýsingar fyri rúsdrekka. Rúsdrekkalógin sigur greitt, at reklama í føroyskum fjølmiðlum og tíðarritum, útbýting av reklamuseðlum o.t. viðvíkjandi sølu, skeinking og útflýggjan av rúsdrekka er ólóglig. Men næstan hvørja ferð tá nakrar fløskur av føroyskum whiskey ella okkurt nýtt slag av øli koma á marknaðin, so stendur tað á portalum og eru tíðindi ella partur av onkrari sending í Kringvarpinum.

Sambært svarunum úr landsstýrinum eru hetta ikki lýsingar, men tíðindi. Í tí eina svarinum stóð millum annað: “Tíðindi kunnu allýsast sum eini boð, ið fortelja móttakaranum nakað, sum hann ikki visti frammanundan. Eini tíðindi um nýggja rúsdrekkaframleiðslu kunnu tí hava líka stórt tíðindavirði sum sáttmálasamráðingar, fiskaprísir og seinkingar í flogferðsluni.”

Sum journalistur eri eg samdur í tí, at tá til dømis eitt nýtt bryggjarí letur upp, so eru tað tíðindi. Men eg eri als ikki samdur í tí, at tað eru tíðindi, hvørja ferð onkur broytir smakkin ella styrkina í einum drykki. Í tí førinum er talan um tað sum Brúkaraumboðið sigur skal frámerkjast sum lýsing. – Men har er bara tann trupulleikin, at lýsingar av tí slagnum eru ólógligar.

Vit kunnu hava okkara meiningar um, hvørt hesar lýsingarnar skulu vera lógligar ella ólógligar, men so leingi sum lógin sigur, at tær eru ólógligar, so eigur loysnin ikki at vera, at lýsingarnar verða kallaðar tíðindi.

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður