Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.02.2026 09:54

Næmingar úr Eysturkommunu vitja

Mynd: Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Rakul, Lola, Anna Sofía og Jóhanna úr 7. flokki í Skúlanum í Eysturkommunu vóru í vikuni og høvdu eitt prát við Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann.

Tær fýra arbeiða við eini verkætlan í skúlanum um evnið ”Hví ganga vit í skúla?”. Tær høvdu fyrireikað nakrar góðar og viðkomandi spurningar til landsstýrismannin, sum í sínum svarum vísti á teir mongu fyrimunirnar við at ganga í skúla.

Landsstýrismaðurin segði eitt nú, at skúlin er broyttur nógv tey seinastu 50 árini. Fyrr var størri dentur lagdur á, at børn skuldu sita still og læra uttanat. Í dag er nógv størri fokus á, at næmingar skulu trívast, arbeiða saman og læra á ymiskan hátt. Eisini verður nógv arbeitt við skapandi, praktiskari og tvørfakligari læring, og skúlin roynir at rúma øllum næmingum, eisini teimum, sum læra øðrvísi.

Ein sera gevandi vitjan og vónandi fingu genturnar okkurt burturúr, sum tær kunnu brúka í síni verkætlan.