Mennirnir hjá HB vunnu í kvøld, Betri Deildar dystin í Sarpugerði ímóti Víkingi, við einum máli móti ongum. Málið skeyt Sammy Skytte í seinna hálvleiki.
Úrslitið ger, at EB Streymur við sínum sigrið á 07 Vestur yvirhálar Víking, og dettur Víkingur sostatt niður á 6. plássið, og verður standandi á 11 stigum. Meðan HB nú hevur 18 stig og liggur einsamalt á 3. plássinum.
Myndir: Egin Videography/ Eysturoyarportalurin










































