Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.06.2025 09:00

Myndir: Útbygging av flogvøllinum í Vágum

Mynd: SMJ

Fyritøkan SMJ vann verkætlanarkappingina at útbyggja farstøðini í Vága Floghavn.

SMJ sigur soleiðis:

Vit hava fingið víst tað stóra álit at menna framtíðar farstøðina í Vága Floghavn.

Vit hjá SMJ eru takksom fyri at hava vunnið heiðurin at vera høvuðsráðgevi til útbyggingina av farstøðini í Vága Floghavn. Hetta er ein stór og týdningarmikil verkætlan, ið vit fara undir við virðing, ábyrgd og virkisfýsni.

Afturat okkum hava vit eitt sterkt tvørfakligt ráðgevaratoymi:

• ZESO Architects við nógvum royndum innan flogvallar-arkitekturi

• KONTRAST við stórum kunnleika til føroyska byggimentan

• SPENN við royndum frá øðrum flogvallarverkætlanum og serligum kunnleika til byggikonstruktiónir

• NIRAS við drúgvum royndum og dugnarligum serfrøðingum

Saman hava vit lagt dent á at skapa eina farstøð, ið bindur tað nýggja og tað verandi saman – bæði arkitektoniskt og funktionelt. Ein farstøð, ið avspeglar føroyska mentanararvin, og samstundis er opin móti útheiminum.

Vit hava lagt dent á at ferðaupplivingin tekur støði í tí einstaka ferðandi – við fokus á rúm, ljós, náttúru og teimum løtunum, ið hava týdning: fráferðin og móttøkan – frá tryggleika til vit hittast aftur.

Vit gleða okkum at fara undir arbeiðið í tøttum samstarvi við Vága Floghavn, Ráð og øll, ið fara at nýta hesa framtíðar farstøð.

Myndir: SMJ