Í dag er mestsum tømt við Fjørðuvegin í Runavík, har timburhandilin, P/F Højgaards Handilsvirki, og seinni P/F Borg, hevur hildið til í eitt mannaminni.
Handilin er nú stongdur og alt byggitilfar, amboð og skrivstovuinnbúgv, antin eru flutt ella tikið niður.
Tað er SMS samtakið sum eigur bygningin, og sum nú fer at húsast við Fjøruvegin í Runavík framyvir, har m.a. ætlanin er at Bonus handil og Mylnan eftir størri umbygging skulu húsast.
P/F Borg letur upp nýggjum stásiligum bygningi á Glyvrum, nú leygardagin 31. mai.
Myndir: Eysturoyarportalurin




















