Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.11.2025 18:47

Myndir: Svimjihøllin byrjar veruliga at taka skap

Mynd: Eysturoyarportalurin

Nýggja svimjihøllin í Runavík byrjar nú veruliga at takað skap.

Arbeiðið sum upprunaliga fór í gongd seint í 2022, tá ið gamli millumbygningurin varð tikin niður, hómast nú ein endi á.

Vatn er nú komið í mest sum allar hyljarnar, tó at stóri hylurin enn manglar at blíva heilt fyltur. Tað tekur umleið 14 dagar at fylla ein 25 m langhyl, fyri ikki at skaða flísar o.a..

Enn manglar eisini nakað av arbeiðið at gera ymsastaðni runt í høllini.

Men sum skilst, so er møguleiki fyri at alt arbeiðið er liðugt nakað áðrenn ársenda, og at runavíkingar tá kunnu svimja á “heimavølli” fyri fyrstu ferð.

Les eisini: Myndir av nýggju svimjihøllini í Runavík

Myndir: Eysturoyarportalurin