Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.08.2025 11:55

Myndir: Nýggja býráðshúsið í Høgabóli

Í síðstu viku flutti Runavíkar kommuna inn í nýggja snotuliga býráðshúsið á Høgabóli, á Heiðavegi 54, í Saltangará. Har sum fyrrverandi Føroya Banki hevur hildið til í mong ár.

Enn er ikki alt komið heilt uppá pláss enn, og onkrir snøklar mangla at gerast. T.d. skal eisini eitt skelti setast á byggningin uttanfyri sum sigur hvar kommunan heldur til.

Upprunaliga varð byggningurin bygdur til Føroya Banka, og varð flutt inn tann 24. februar í 1986.

Eysturoyarportalurin var framvið í morgun og tók nakrar myndir.