Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.04.2023 10:48

(Myndir) Nýggj hitaskipan í Leirvík handað í gjár

Myndir: Eysturoyarportalurin

Í gjár mikudagin 12. apríl var nýggja hitaskipanini alment handa Eysturkommunu. Nakað av fólkið var møtt upp í miðhøllini í Leirvíkar skúla har umboð frá Demich, SEV, Eysturkommunu og Landsstýrinum o.o. vóru stil staðar.

Borgarstjórin, Per Martin Gregersen, bjóðaði vælkomin og greiddi síðani frá tilgongdini og arbeiðinum, sum nú enduliga var liðugt. Síðani vóru tað umboð frá Demich og SEV, sum greiddu frá tí meira praktiska partinum og hvussu hitaskipanini virkaði osv.

Eisini var landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, sum helt eina røðu vega landsstýrið.

Talan er um eina grøna intelligenta upphitingarskipan, ið skal geva hita til skúlan og eldrasambýlið Giljagarð í Leirvík. Hitaskipanin verður í mestan mun rikin við grønari elorku. Umframt jarðhitapumpu, heili 17 400 metra djúp borihol og fjarhitaleiðing er eisini ein stórur vatntangi partur av hitaskipanini, har hitaorka skal goymast, sigur Eysturkommuna.

Hitaskipanin skal hita skúlan og eldra¬sambýlið í Leirvík, sum annars hava brúkt oljufýr og 70.000 litrar av olju um árið.