Ein stórur dagur í Gøtu í dag, tá ið nýggjasta uppsjóvarskipið í føroyska flotanum, Finnur Fríði, kom skúmandi inn gjøgnum Gøtuvík, har hann fyrst heilsaði áðrenn lagt var við kai.
Skipað varð fyri stórari móttøku á kaini í Norðragøtu, við sangi, meðan røður vóru hildnar og eisini dópur.
Mett verður at uml. 2.500 fólk hava vitja umborð á skipinum í dag.
Finnur Fríði er 88 metrar langur og knapt 17 metrar breiður. Skipið lastar umleið 3.000 tons av uppsjóvarfiski.
Myndir: Eysturoyarportalurin
Deil á Facebook