Tað var nógv fólk til Eystanstevnudystin í góðveðrinum við Løkin í kvøld, tá ið mennirnir hjá NSÍ – Víking brustu saman. Ein dystur sum endaði við javnleiki 1-1.
Tað var heimaliðið sum legði seg á odda, seint í fyrra hálvleiki, við góðum máli frá Brandi Hendriksson Olsen. Í yvirtíðini av dystinum javnaði Víkingur, tá ið Poul Kallsberg stútaði bóltin í málið eftir hornaspark.
NSÍ er nú á 3. plássi við 29 stigum, meðan Víkingur er á 4. plássi við 21 stigum.
Myndir: Egin Videography /Eysturoyarportalurin






















































