Í nátt fekk løgreglan fráboðan um, at herverk var framt á eitt bussskýli nærindis skúlanum í Leirvík, og at onkur eisini hevði kastað steinar í fleiri rútar í skúlanum sum er tætt við.
Løgreglan heldur seg vita, hvør hevur framt herverkið og fer at arbeiða víðari við málinum.
Í alt eru 11 stórir rútar brotnaðir og mest sum eisini alt glasið á bussskýlinum.
Myndir: Eysturoyarportalurin














