Í dag bjóðaði Runavíkar kommuna til opið hús í snotuligu og nýumvældu ráðhúsunum á Høgabóli, á Heiðavegi 54 í Saltangará.
Nógv fólk var komið á gátt at síggja hølini, har m.a røður og tónleikur vóru á skránni, samstundis sum kommunan eisini bjóðaði ábit.
Samstundis varð eisini vinnarin av stóru verkætlanarkappingini Glyvra skúli og musikkskúli avdúkaður, og gjørdist tað Henning Larsen arkitektar úr Syðrugøtu.
Myndir: Eysturoyarportalurin












































