Í gjárskvøldið vóru fystu kappróðrarbátarnir hjá Kappróðrarfelagnum Tindi settir inn í nýggja snotuliga neystið, sum á kaiøkinum í Norðragøtu.
John Høgnesen, formaður í Tindi sigur við Eysturoyarportalin, at hetta hava tey bíða leingi eftir, og at hetta er ein stórur dagur hjá kappróðrarfólkinum og teimum sum varða av kappróðrinum í Eysturkommunu.
Niðara hædd er nú mestsum liðug. Nakrir snøklar mangla, men nú standa bátarnir væl, og nú er lætt og ómakaleyst at draga bátarnar á sjógv, tí at tað er so stutt, sigur John Høgnesen.
Les eisini: (Myndir) Reisigildi av nýggja kappróðraneystinum
Les eisini: Sjøtul settur á nýtt kappróðrarneyst í Norðragøtu
Myndir: Eysturoyarportalurin




























