Myndir frá løgtinginum, í dag, tann 1. mai.
Høvuðsmálið var uttan iva viðgerðin av Suðuroyartunnilin, sum í dag var til aðru viðgerð.
Tað endaði við, at 28 tingfólk atkvøddu fyri, meðan 4 atkvøddu ímóti. Triðja viðgerð verður um tríggjar vikur.
Hini málini á skránni í dag, vóru 2. viðgerð av Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Leingja gildistíðina á rættindum),sum andstøðutinglimir úr Fólkaflokkinum høvdu lagt fram. Tað málið fall við 13 atkvøðum fyri og 16 atkvøðum ímóti.
Hitt málið var 2. viðgerð av Uppskot til løgtingslóg um broyting í lov om en investeringsfond for Færøerne m.v. (Um støðuna hjá grunninum sum almennur grunnur, rentufrítt og avdráttarfrítt lán til P/F Vága Floghavn og P/F Suðuroyartunnilin o.a.). Tað uppskotið varð einmælt samtykt við 30 atkvøðum fyri.
Myndir: Eysturoyarportalurin






















