Sjóvar kommuna
Sunnudagin 22. juni var forkunnugt tiltak á gomlu smoltstøðini á Selatrað. Símun Mittún, Max Cecil Weihe og Kári Jacobsen løgdu fram tað stóra arbeiðið, teir hava gjørt at talgilda staðarnøvn á Selatrað.
Julia Kass bjóðaði vælkomin, og síðani greiddu Símun og Max frá ymiskum um Selatrað og staðarnøvn, ímeðan Kári hegnisliga vísti okkum myndir á stórskerminum av øllum tí ymiska, greitt varð frá um.
Tá framløgan varð liðug, varð boðið til kaffi, og síðani varð fari ein gongutúr í sunnaru helvt av bygdini, har Max greiddi frá staðarnøvnum á leiðini.
Myndir frá degnum síggjast niðanfyri.
Símun, Max og Kári hava – innangarðs og uttangarðs á Selatrað – skrásett gott og væl 600 staðarnøvn á tað almenna talgilda kortið hjá Sjóvar kommunu. Til mong av staðarnøvnunum eru knýttar frálíka góðar fotomyndir – bæði nýggjar og gamlar – umframt áhugaverdar frágreiðingar.
Kortið við staðarnøvnum sæst her.
Fyri at finna staðarnøvnini á Selatrað skal mynddragast (sumast) inn á bygdina Seltrað. Trýstast skal á “Løg” ovast í høgra horni, og flugubein setast frammanfyri “Staðarnøvn – Punkt”. Tá hetta er gjørt ber til at fara á spennandi staðarnavnaferð runt í bygdini.
Staðarnøvn eru eisini skrásett aðrastaðni í kommununi, sum eisini síggjast á sama kortið.
Sjóvar kommuna takkar enn einaferð Símuni, Max og Kára fyri tað megnar arbeiðið teir hava gjørt at skráseta staðarnøvn á Selatrað.
Myndir: Sjóvar kommuna

















