Føroysku kvinnurnar taptu í kvøld 25-28 móti íslendsku grannunum í vinardysti í høllini við Tjarnir. Ein dystur sum varð nýttur sum HM-fyrireikingardystur til komandi uppgávur, har tann fysta verður nú mikudagin, tá ið Føroyar møta Montenegro í Trier í Týsklandi.
Myndir: Eysturoyarportalurin














































































