Á evnisdøgunum á Kambsdali, sum hava verið seinastu dagarnar, var í dag sett punktum við einum forkunnigum og áhugaverdum tiltakið í ítróttarhøllini á Kambsdali, har næmingar, við støðið í forkunnugum undirvísingartilfari av Lucas Debes og bókini “Færoæ & Færoa reserata:, sum nakrir lærarar á miðnámskúlanum á Kambsdali hava gjørt seinastu árini.
Endað verður við einari hátíðarløtu har næmingar t.d høvdu latið seg gamalsliga í, dansa var føroyskan dans, sungnir vóru sálmar, framsýningar av ymsum slag, samstundis sum borðreitt var við drýli og mjólk, júst sum í gomlum døgum.
Lucas Debes skrivaði fyrsta verk, sum veruliga viðgjørdi Føroyar í breiðari merking. Verk hansara, sum kom út fyrstu ferð fyri 351 árum síðani, lýsir mentanarviðurskifti, náttúrufyribrigdir, søgu, átrúnað (ja, eisini pátrúgv), mál og mangt annað – og bókin hjá Lucas Debes setir á ymiskan hátt dám á undirvísingina og tímarnar á Kambsdali í hesum døgum.
Seinasta ár vóru tað 400 ár, síðani Lucas Debes varð føddur í Stubbekøbing í Danmark – og 350 ár síðani bók hansara kom út fyrstu ferð: “Færoæ & Færoa reserata: Det er Færøernis oc færøeske Indbyggeris beskrifvelse, udi hvilcken føris til liuset adskillige naturens hemeligheder, oc nogle antiqviteter, som her til dags udi mørcket hafve været indelugt, oc nu her opladis / alle curieuse til velbehagelighed, sammenskrefven oc forklaret aff Lucas Jacobsøn Debes”.
Sí myndir frá tiltakinum í ítróttarhøllini á Kambsdali í dag sum Eysturoyarportalurin tók.
Deil á Facebook