Kl. 20.35 í kvøld fekk Alarmasentralurin boð um, at eldur var í einum persónbili beint uttanfyri Leirvíkstunnilin, Norðragøtumegin.
Lagnunar speisemið, so hevur stór tilbúgvingarvenjing verið í Norðoyartunnilinum frá umleið kl 18 til 21 í kvøld, og varð hon akkurát liðug. Tí vóru bæði politi og sløkkilið skjótt á staðnum.
Tað gekk rímuliga skjótt at sløkkja eldin, men nógvur roykur stóðst av eldinum, og varð tunnilin stongdur í umleið 1 tíma.
Eingin mansskaði stóðst av hendingini.
Myndir frá stóru tilbúgvingarvenjing í Norðoyartunnilinum verða at síggja seinni í kvøld á Eysturoyarportalinum.
Myndir: Eysturoyarportalurin







