Tað hevur verið sera nógvur vindur í morgun og er tað framvegis nógvur vindur kring landið.
Á Kambsdali er ein partur av bilverjuni farin í nógva vindinum. Í løtuni eru sera stangar hvirlur á vegastrekkinum.
Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverk sigur fyri Eysturoyarportalinum fyri løtu síðani, at menn frá Landsverk eru á veg at tryggja bilverjunu og ruddað økið.
Myndir: Eysturoyarportalurin



