Soleiðis sigur ein av fyriskiparunum av Bátafestivalinum á Toftum, Kristian Poulsen, fyri Eysturoyarportalinum í dag.
Fyrireikingarnar eru í hæddini, og mest sum alt tað stóra er komið uppá pláss. Nú mangla bert nøkur smá ting at fáa sett upp osv. So er klárt at taka ímóti øllum gestunum.
Mest sum øll telt eru komin upp at standa. Okkurt smávegis manglar at setast upp, sigur Kristian. Ljóðið og pallurin eru komin uppá pláss, meðan fyrstu kampiongvognarnir eisini eru komnir.
Sum skilst, so eru øll plássini til kampingvognarnir útseld, meðan enn eru nøkur bátapláss eftir.
Veðurforsøgnin sigur frá rímuliga góðum veðrið í morgin, og vónar Kristian Poulsen, at nógv fólk, bæði nær og fjar, leita sær inn á bryggjuna á Toftum til hugna og gaman.
Myndir: Eysturoyarportalurin







