Seinnapartin í dag varð eitt lítið minnishald, við Krokvøllin í Leirvík, har minnispláta varð avdúkað í samband við pokunar, sum raktu bygdina fyri 300 árum síðani.
Tað varð borgarstjórin í Eysturkommunu, Per Martin Gregersen, sum avdúkaði minnisplátuna.
Á skránni var eisini felagssangur, meðan Jón Rói Høgnesen sang ein kingosálm og Árni Jacobsen og Martin Fjallstein, frá “pokubólkinum”, søgdu nøkur orð.
Myndir: Eysturoyarportalurin







































